- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Óvanliga nógv vespureiður í Klaksvík
19-09-2017
Seinastu tvær vikurnar hava nógvir borgarar í Klaksvíkvent sær til kommununa at fáa hjálp at basa vespum
Vespurnar eru at finna í ólukkumáti í Klaksvík í hesum døgum.
Seinastu tvær vikurnar hava útvið 60 borgarar vent sær til kommununa at biðja um hjálp at týna vespunum.
- Tað er eksploderað við vespum seinastu tvær vikurnar, annars hevur tað so at siga ikki verið nøkur vespa at sæð í alt summar, sigur Jógvan Skorheim.
- Eini 10-12 vespubýli eru funnin higartil, og tað frustrerar nógar borgarar. Vit fáa ikki gjørt so nógv fyri borgararnar, uttan so at tey fortelja okkum akkurát, hvar vespubýlini eru, tí tað nyttar lítið at ganga runt og drepa eina og eina vespu, sigur Jógvan Skorheim.
Í morgunsendingini fortaldi borgarstjórin um vespurnar í Klaksvík.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024