Góðan morgun Føroyar

Ásla í stórari hárfríðkanarkapping
28-09-2017
Hárfríðkarin Ásla Breyt Danielsen er komin í finaluna í Trend Vision, sum er stór altjóða kapping fyri hárfríðkarar

Tann 14. oktober skal Ásla Breyt Danielsen luttaka stóru kappingini Trend Vision í London.


Hetta er ein kapping fyri hárfríðkarar úr øllum heiminum. Tað er fyritøkan Wella, sum ger eitt nú liting og framleiðir ymiskt til hár og hárrøkt, sum skipar fyri kappingini.


Í finaluni luttaka 50 lond, og hvørt landið hevur tveir hárfríðkarar at umboða seg. Ásla Breyt Danielsen umboðar Danmark í hesum føri.


Tað var rættiliga tilvildarligt, at føroyski hárfríðkarin bleiv partur av kappingini, og sum nú er í finaluni.


- Eg havi ongantíð sjálv hugsað um hesa kappingina, men fólk bóðu meg luttaka, og so hugsaði eg, at eg kundi gera eina roynd, sigur Ásla Breyt Danielsen.


Herfyri var kapping hildin í Danmark, har Ásla Breyt Danielsen saman við einum make up artisti og eini modell, skuldi vísa síni skapandi evni sum hárfríðkari. Hetta gekst henni so m ikið væl, at hon bleiv vald til at umboða Danmark til stóra finalushowið, sum verður 14. oktober.


- Fyri meg er tað stórt bara at vera við, og eg fái ivaleysti eina rúgvu av íblástri og læri nógv, meðan eg eri í Londin, sigur Ásla Breyt Danielsen.


Umframt heiðurin so fær vinnandi hárfríðkarin eisini 100.000 krónur.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hoyr alla sendingina
24-05-2024
Veðrið, heilsuverkið, Taylor Swift, diamantbrúdleyp
23-05-2024
OL rógving, veðrið, føroyingar og Russland, verkfall, børn, ung og rúsdrekka
22-05-2024
Hoyr alla sendingina
21-05-2024
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Íróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
21-05-2024
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024