- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fyri skjótt trimum vikum síðani flutti fyrrverandi politikarin Reimund Langgaard allan vegin úr Leirvík til Kambodja, sum liggur í Asia.
Í morgunsendingini greiddi Reimund Langaard frá nýggju tilveruni í Kambodja.
- Vit hava í stóran mun bara tikið okkum av løttum, síðani vit komu higar, sigur Reimund Langaard, sum saman við konuni og dóttrini býr í eini íbúð, har svimjihylur og venjingarmiðstøð hoyrir til.
Stóran part av tíðini hava Rei,mund og kona hansara hugna sær saman við dóttrini, tí hon er ikki farin í vøggustovu enn.
- Her eru fleiri altjóða barnagarðar og ansingarstovnar, men ikki so nógvar vøggustovur, soleiðis sum vit kenna tær. Dóttirin er ikki tvey enn, so eg vænti, at tá hon hevur aldur til barnagarð, so fer hon á stovn, sigur Reimund Langaard, sum fyri sjey árum síðani eisini búði eitt skifti í Kambodja, haðani kona hansara er.
Í Kambodja eta íbúgvarnir nógv rís, og rís verður etið til allar máltíðir. Reimund Langaard hevur tó ikki slept føroysku matmentanini heilt:
- Eg havi eina rúgvu av turrum fiski við mær, tí tað egnar seg væl at transportera. Eg kundi hugsað mær riv og ræst kjøt, men tað riggar ikki so væl at transportera, so tað havi eg ikki her, siugr Reimund Langaard.