- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Katrina Maria Christiansen hevð als ikki roknað við, at Daily Star fór at brúka myndirnar í stórari grein har spurt verður, hvørt Kristina Maria man vera heimsins vakrasta Manchester United-fjeppa.
Hetta er stutttligt, sigur føroyska kvinnan, sum hevur fylgt við Manchester United í fleiri ár.
- Fyri meg er tað natúrligt at taka myndir í troyggjuni, tí eg gangi altíð í henni kortini, sigur hon.
Katrina Maria Christiansen er í løtuni lesandi í Keypmannahavn, og tað er lesturin, sum kemur í fremstu røð.
Hon viðgongur tó, at hon so smátt er farin at hugsa um, hvat hon kann brúka Instagram til, nú fylgjararnir eru vorðnir so nógvir í tali.
Tú kanst fylgja Kristinu Mariu á Instagram á hesum leinki, og bloggurin kann lesast her