- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Uni skal súkkla til París
02-10-2017
- Mær dámar væl avbjóðingar, so tí royni eg hetta, sigur Uni Rasmussen, sum er blindur og partur av føroyska súkkluliðnum Team Rynkeby Føroyar
Hvussu kann mann súkkla allan vegin til París, tá mann er blindur?
Tað er nakað, sum Uni Rasmussen ætlar at royna.
Hóast Uni Rasmussen bæði rennur og rør, so hevur hann ikki súkklað nakað serligt. Men tað hugsar hann ikki nógv um, nú hann er blivin partur av súkkluliðnum, ið skal súkkla til París í juli mánað næsta ár.
- Mær dámar væl avbjóðingar, so tí royni eg hetta, sigur Uni Rasmussen, sum brúkar eina tandem súkklu. Ein súkkla, har tveir persónar sita á og súkkla.
Afturat sær hevur hann Mariu Svabo Hansen og Henrik Kølleskov, sum koma at sita fremst á súkkluni.
- Avbjóðingin hjá okkum, sum sita fremst, er at fortelja alla tíðina, hvat tað er, sum hendir, sigur Maria Svabo Hansen.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024