- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Kanningin vísir í stuttum, at 17,5 prosent av øllum føroyingum búsitandi í Føroyum, í aldrinum 18 til 30 ár, eru á Tinder.
Til samanberingar eru bara 11,1 prosent av føroyingum í sama aldusbólki gift. Sostatt er tað meiri vanligt í aldursbólkinum at vera á Tinder, enn at vera giftur.
Í teimum yngru aldursbólkum, 18 til 21 ár, eru yvir 20 prosent av føroyingum búsitandi í Føroyum á Tinder.
Kanningin vísir eisini, at konufólkini hava fleiri at velja í á Tinder samanborið við mannfólkini.
Fyri hvørt konufólk á Tinder eru 2,58 mannfólk.
Meinar Ortind og Dávur í Dali funnu tilsamans 377 føroysk konufólk og 972 føroysk mannfólk, í aldrinum 18 til 30 ár, á Tinder
Tionder er ein datingapp, har tú á telefonini kann finna tær ein maka.
Tinder varð sett á stovn í 2012.
Í dag eru 50 milliónir brúkarar skrásettir kring heimin.