Góðan morgun Føroyar

Bjargaðu omandottnum hundi
05-10-2017
Manningin á bjargingarbátinum LÍV hevði eina heldur øðrvísi uppgávu í gjár

Um tvey-tíðina í gjár fekk manningin umborð á bjargingarbátinum LÍV boð um at sigla út til Nólsoyar, har ein bátur hevði tørv á hjálp.


Uppgávan bleiv tó øðrvísi, enn manningin ímyndaði sær.


- Báturin, sum vit skuldu veita hjálp, var komin trygt at kei í Nólsoy. Men menninir umborð nevna tá fyri okkum, at teir hava mist ein seyðahund, tá teir vóru á fjalli fyrr um dagin, fortelur Sára Eysturoy, sum var partur av manningini á LÍV í gjár.


Bjargingarbáturin sigldi nakrar ferðir fram við Nólsoyarlandi, men eingin hundur var at síggja.


- Vit sigldu nakrar ferðir út móti Borðuni, royndu at floyta eftir hundinum, men eingin hundur var at síggja. Aftan á eina góða løtu hildu vit okkum síggja okkurt, og tá vit komu tættari at helluni, sóu vit hundin, sigur Sára Eysturoy, sum saman við starvsfeløgunum fekk hundin umborð á LÍV.


- Hundurin var væl fyri og ógvuliga glaður, tá hann kom umborð, siigur Sára Eysturoy.


Í morgunsendingini greiddi hon frá upplivingini, tá tey bjargaðu seyðahundinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024