- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Pól á Látrinum fekk pípuna frá krúnprinsinum
12-10-2017
1836 var Pól á Látrinum, eiðisbóndi, og vitjaði matstovuna Krybily í Danmark, og tað var her hann hitti danska krúnprinsin
Pól á Látrinum skrivaði ferðafrásøgn um túrin til Danmarkar í 1836 og tað er úr hesi ferðafrásøgn, Sámal Tróndur Finnson Johansen, stjóri á Landsskjalasavninum, fer at halda fyrilestur á Heystfagnaðinum á Eiði.
Fyrilesturin verður í kvøld klokkan 19.30 í mentannarhølinum á Eiði.
Sámal Tróndur Finnson Johansen er í útvarpsstovuni.
Eisini verður tosað við Aldu Egilstrøð Magnussen, sum er við at fyriskipa Heystfagnaðin á Eiði.
Myndin vísir opnu úr ferðafrásøgnini frá 1836, hjá Pól á Láttrinum, bónda á Eiði
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024