Góðan morgun Føroyar

- Vit hava valt modernaða lívsstílin frá
16-10-2017
Frank Erichsen, kendur sum Bonderøven, vil ikki hava flottan bil, dýrt hús ella modernaða tøkni

Vit kenna hann sum mannin á Kastanjegården, har hann altíð er í gongd við okkurt arbeiði. Hann smíðar, veltur, setur saman og byggir. Alt uttan stórvegis brúk av modernaðum amboðum.


Frank Erichsen, ið er kendur frá sjónvarpssendingunum Bonderøven á Danmarks Radio, hevur valt at liva eitt einfalt lív.


- Vit hava valt modernaða lívsstílin frá. Vit vilja ikki hava eitt stórt, flott hús, stóra skuld, ein bil, ið hóskar til flotta húsið, klæðir, sum eru nýggjasti móti og so framvegis. Virðini í lívinum finna vit aðrastaðni, sigur Frank Erichsen.


- Virðini liggja ikki í materiellu tingunum, men í nøkrum heilt øðrum - eitt nú fríheit, sum gevur okkum tíð, sigur Frank Erichsen.


Í morgunsendingini fortaldi hann millum annað um sín serstaka lívsstíl, og fjeppararnar, sum hann hevur í Føroyum.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024