Góðan morgun Føroyar

Halla mussaði Bonderøven
17-10-2017
Halla Debes úr Havn man ivaleyst vera Føroya størsti fjeppari av donsku sjónvarpsrøðini Bonderøven

Føroya størsti fjeppari av sendingini "Bonderøven" hitti í gjárkvøldið danska bóndan.


- Hann var so fittur, og eg gav honum ein muss á hvønn kjálka, sigur ein ovurfegin Halla Debes.


Frank Erichsen, betri kendur sum Bonderøven, hevði í gjárkvøldið ein fyrilestur á Østrøm, og tað var í tí sambandi, at hann og Halla Debes hittust fyri fyrstu ferð.


- Eg sendi honum og familjuni fyri nøkrum árum síðani troyggjur, sum eg hevði bundið, og í gjárkvøldið var hann eisini í troyggjuni, sigur Halla Debes, sum hevur ætlanir um at binda honum og familjuni nýggjar troyggjur.


- Fyrst skal eg binda langommubørnunum troyggjur, tí tey koma í fyrstu røð. Síðani kemur Frank og hansara familja, sigur Halla Debes.


Í morgunsendingini greiddi hon frá upplivingini í gjárkvøldið, tá hon á fyrsta sinni møtti Bonderøven.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024