- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Óbodnu gestirnir vinda upp á seg
19-10-2017
Lýggju vetrarnir gera, at talið av rottu í Føroyum er vaksandi
Rottur eru ein vaksandi trupulleiki í Føroyum, tí seinastu árini er talið av rottu blivi alsamt størri.
- Tað ber ikki til fullkomiliga at basa rottuni í Føroyum, men øll kunnu gera sítt til fyri at hon ikki trívist í einum grannalagi, sigur Sigurð Hansen, sum er aktingarmaður í Tórshavnar kommunu.
Sambært honum kann skaðadjórið, sum rotta jú er, elva til stórar trupulleikar.
- Tær gnaga sær gjøgnum næstan alt, og koma tær inn undir vaski í køkinum, kunnu tær skjótt gnaga hol á vatnslanguna til upvaskimaskinnuna, og so kann stórur vatnskaði standast av hesum, sigur Sigurð Hansen.
Í morgunsendingini greiddi Sigurð Hansen frá rottum og kom við góðum ráðum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024