- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Nú fara føroyingar at ferðast runt landið og gera dopingroyndir fleiri ferðir um árið.
Higartil hevur tað verið soleiðis, at eftirlitsfólk úr Antidoping Danmark eru komin til Føroya umleið tvær ferðir um árið at gera dopingroyndir.
Men hetta verður nú broytt.
Fimm fólk, sum eru knýtt at Ítróttarsambandi Føroya hava í farna mánaði fingið góðkenning sum eftirlitsfólk, og tað merkir, at hesi fólkini kunnu kanna føroysk ítróttarfólk fyri doping.
Petur Mittún er aðalskrivari hjá Ítróttarsambandinum, og sambært honum er hetta eitt stórt fet á leiðini fyri at seta fokus á doping í ítrótti.
- Hetta er ikki eitt tekin um, at doping er ein stórur trupulleiki í føroyskum ítrótti, men meira at vit vilja málrættað innsatsin og tað, at vit kunnu vera meira sjónlig og upplýsa um doping, sigur Petur Mittún.