Góðan morgun Føroyar

Avbjóðandi at vera kvinna við diabetis
14-11-2017
- Sjúkan ávirkar meg nógv sálarliga, men fá vita, júst hvat sjúkan inniber, sigur Guðrið Reinert Joensen á altjóða diabetisdegnum

Í dag er 14. november, og tað er altjóða dagur fyri diabetis.


Avgjørt er, at fokus í ár skal setast á kvinnur við diabetis.


Guðrið Reinert Joensen hevur livað við diabetis týpu 1, síðani hon var 16 ára gomul.


- Tað var ógvuliga kollveltandi at fáa at vita sum 16 ára gomul, at eg havi hesa sjúkuna, og sjúkan hevur verið ein avbjóðing líka síðani, hóast eg í dag dugi betur at handfara teir ymisku avbjóðingarnar, sum kunnu stinga seg upp, sigur Guðrið Reinert Joensen.


Eitt, sum fyllir rættiliga nógv hjá Guðrið, er, at fólk eru so óvitandi um sjúkuna.


- Fólk seta ofta løgnar og óbehagiligar spurningar, men tað er sjálvandi tí, at tey ikki vita, hvat tað vil siga at hava diabetis, sigur Guðrið Reinert Joensen.


Í morgunsendingini vóru hon og forkvinnan í felagnum, May-Britt Skorðadal, og greiddu frá.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024