- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Føroyingar virða allar dialektir eins
22-11-2017
Jógvan í Lon Jacobsen, professari í málfrøði, er við í dialekt verkætlan.
Kanningin legði seg í fyrstu atløgu eftir at staðfesta, um føroyskir næmingar í 9. flokki mettu ymsu dialektirnar ymiskt.
Niðurstøðan var, at dialektirnar ikki hava nakra ávirkan.
Í Føroyum tykjast dialektirnar at vera høgt í metum. Tað er einki óvanligt at hoyra ymsar dialektir í miðlunum.
- Vit stigmatisera ikki dialektir í Føroyum, og tað er ein dygd, heldur Jógvan í Lon.
Í Danmark vísir tað seg hinvegin, at stórur munur er á virðingini, sum ymsu dialektirnar hava.
Keypmannahavnar-dilektin er hægst í metum.
Hin parturin av kanningini er, hvussu føroysku dialektirnar broytast við tíðini.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024