- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tónleikarar skulu krevja sín rætt
22-11-2017
Koda ynskir at koma í samband við føroyskar tónleikarar
Ert tú tónleikari og kundi hugsað tær at dagført tína vitan um tíni tónleikarættindini, so er møguleiki til tað nú.
Kunningartiltak verður í Reinsarínum í Havn í dag, mikudag..
Morgunsendingin skiftir orð við tveir limir í Koda, Jens Virgar Jakobsen og Jakob Thors, sum báðir hava framløgur í Reinsarínum.
Jens Virgar Jakobsen umrøður Gramex og Jakob Thors leggur fram um Koda.
Pernille Rosendahl er eisini við í ferðalagnum.
Hon er eitt nú kend úr bólkunum Swan Lee og The Storm, og fleiri minnast hanna eisini sum eina av X-Factor dómarunum í 2010 og 2011.
Hon og Teitur Lassen fara at hava eina samrøðu um tónleik, og harumframt verður konsert.
Tiltakið byrjar klokkan 17.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024