Góðan morgun Føroyar

Sperol spæla á Whisky A Go Go
23-11-2017
Amerikanarar taka væl ímóti ungu tónleikarunum í heavymetal bólkinum úr Havn

Mikukvøldið spældi føroyski heavymetal bólkurin, Sperol, á legendariska spælistaðnum Whisky A Go Go.


Talan er um eitt kent spælistað, har bólkar sum Aerosmith og Metallica eisini hava spælt.


Umleið 40 fólk vóru komin at hoyra ungu, føroysku menninar framføra í gjárkvøldið.


- Tað gekk ordiliga væl, og fólkini tóku væl ímóti okkum. Longu nú hevur onkur vent sær til okkum fyri at tosa um møguligt samstarv, plátusáttmála og so framvegis, so hetta er spennandi, sigur Pætur Joensen, sum er forsangari í bólkinum.


Teir fýra ungu menninir, ið manna Sperol, fingu tíðliga í heyst eina innbjóðing at koma at spæla á Whisky A Go Go.


Umframt framførsluna mikukvøldið skal bólkurin hava enn eina konsert á kenda spælistaðnum fríggjakvøldið.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024