Góðan morgun Føroyar

Jóhan á Plógv Hansen aftur á vøllinum
24-11-2017
Tað fer at taka nakrar mánaðir at koma aftur á hægsta stig, men føroyingurin trýr upp á, at tað fer at eydnast

Tað eru 8 mánaðir síðani, at evnaríki hondbóltsspælarin, Jóhan á Plógv Hansen, sleit krossbandið í Champions League dysti.

Vanliga merkir tað, at spælarin er úti í eitt ár, men mikukvøldið trein føroyingurin aftur á vøllin fyri BSV.

Tað var ein fantastisk móttøka, tá eg trein á vøllin, og kenslurnar vóru nógvar, sigur Jóhan á Plógv Hansen.

Hann spædi sín fyrsta dyst á danska S-landsliðnum í 2015, og málið er at koma í landsliðshitan aftur.

Tað hevur verið hart bæði kroppsliga og sálarliga, men skaðin hevur lært meg nógv um meg sjálvan, sigur føroyski hondbóltsspælarin, sum fegnast um, at hann aftur sleppur at gera tað, sum honum dámar best.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024