- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tavan útflytir sild í bitum til Svøríkis
27-11-2017
Tavan í Leirvík hevur gjørt íløgur í maskinur at gagnnýta sildina.
Sildin verður skorin í bitar, sukusaltað, og kryddað í tunnum.
Tunnurnar verða útfluttar til Svøríkis, har bitarnir enda í gløsum.
- Sviar eta sera nógva sild. Hetta er ein stórur marknaður, sigur Johan Mortensen, konsulentur.
Ingvar Joensen, stjóri á tavuni, vísir á, at hetta fyribils er ein roydarverkætlan.
Nú verður árið gjørt upp og síðani verður støða tikin til, hvat síðani skal henda.
Johan Mortensen sær stórar møguleikar í at gagnnýta hesa rávøruna.
Hann eftirlýsir, at fleiri ungir føroyingar fáa sær útbúgving, sum gevur førleikar at maknaðarføra okkara rávøru.
Tað hevði verið upplagt at havt eina maritima grein í føroyskum skúlum, sigur Johan Mortensen sannførdur.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024