Góðan morgun Føroyar

Gylta røddin úr Vestmanna við nýggjum sangum
29-11-2017
Óalvur Højgaard hevur sjálvur skrivað flestu løgini og nakrar tekstir.

Syng meg heim til slignan bø og turkiløg eitur nýggja útgávan.

Ólavur Højgaard hevur savnað manningina úr upprunaligu Vestmonnunum, og hevur saman við henni og øðrum gestum sett saman eitt víðfevnt savn av siðbundnan fólka- og kontrisangum.

Summir sangir eru í moll, og stórur dentur er lagdur á tekstin sigur Ólavur Højgaard.

Á fløguni eru, umframt tað, sum sangarin sjálvur hevur gjørt, eisini sangir og tekstir hjá Martini Joensen.

Niels Midjord hevur týtt tekstir, sum Ólavur Højgaard upprunaliga skrivaði á enskum, umframt at hann hevur týtt sangin Úr skýmingini, sum Rúni W. Højgaard skrivaði á enskum.

Ein eykasangur á útgávuni er tann á YouTube nógv spældi jólasangurin, Jólaheilsan til hina fjøldina, sum Holgar Jacobsen hevur skrivað.

Luttakandi tónleikarar á fløguni eru: Niels Olsen, Bogi Olsen, Martin Joensen, Jógvan í Toftum Olsen, Milson Zachariasen, Holgar Jacobsen, Kára Olsen og Høgni Klakkstein.

Erik Biskopstø hevur ljóðblandað og mastrað. TUTL gevur út.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024