- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Vit hava sett hol á desember mánað, og frá nú av og heilt til tann 24. desember snýr rættiliga nógv seg um alt, ið hevur við jólini at gera - jólaborðhald, jólapynt, jólastás, jólamat, jólagávur og so framvegis.
Men hvussu er desember, um tú ikki heldur jól?
Birita Nielsen og Annika Rasmussen hoyra til trúðarbólkin Jehova vitni og halda tí ikki jól sum flest onnur.
- Jólaaftan í er fellur á ein sunnudag, og fyri okkum verður tann 24. desember sum allir aðrir sunnudagar, sigur Birita Nielsen og vísir á, at sum jehova vitni hátíðarheldur mann ikki jól, tí mann ynskir ikki at hátíðarhalda jesu føðing.
- Vit vita ikki við vissu, um Jesus bleiv føddur tann 24. desember, so tí gevur tað ikki meining fyri okkum, at hátíðarhalda dagin, sigur Birita Nielsen.
Hóast tær ikki halda jól, ikki keypa jólagávur og ei heldur fara til jólaborðhald, dámar teimum væl desember.
- Okkum dámar væl allar tær vøkru perurnar, sum lýsa hesa myrku tíðina, og heima tendra vit eisini fleiri ljós enn vanligt, men jólapynt brúka vit als ikki, sigur Annika Rasmussen.
Í morgunsendingini fortaldu tær, hvussu tær sum Jehova vitni uppliva jólamánaðin.