Góðan morgun Føroyar

Føroyingarnir kláraðu seg væl til EM í inniróðri
11-12-2017
Leygardagin vóru sjey rógvarar í Amsterdam og kappaðust til EM í inniróðri. Tey vunnu fýra gullheiðursmerki og tvey silvurheiðursmerki.

Kappingin byrjaði við monnum, og føroysku luttakararnir vóru Magnus Madsen og Jens Kristian Dam, sum báðir vunnu gull, meðan Toni Dam og Bergur Dam Jensen vunnu silvur.
Til kappingina hjá kvinnum luttóku Elsa Magnussen og Ingibjørg Thomsen, sum báðar vunnu gull, og Sarita Hansen, sum luttók í opna lættvekts bólkinum, ið er ein bólkur við sera høgum støði, men Sarita megnaði eitt fjórða pláss.
Forkvinnan í Róðrarsambandi Føroya, Annika Dalsgarð, er sera nøgd við úrslitini, sum staðfesta, at føroyingar klára seg væl í inniróðri í altjóða kappingum.

Tíðirnar hjá føroysku rógvarunum eru niðanfyri:

Jens Kristian Dam, lættvekt 40 - 49 ár, 6:38.0

Toni Dam, tungvekt 50 - 54 ár, 6:21.4

Sarita Hansen, lættvekt opin bólkur, 7:29.9

Bergur Dam Jensen, lættvekt 30 - 39 ár, 6:36.6

Magnus Madsen, tungvekt 30 - 39 ár, 6:14.0

Elsa Magnussen, tungvekt 30 - 39 ár, 7:15.0

Ingibjørg Thomsen, lættvekt 30 - 39 ár, 7:40.8

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024