Góðan morgun Føroyar

Hetta halda fjepparar um nýggja Stars Wars filmin
15-12-2017
Star Wars: The Last Jedi gongur nú í biografum kring heimin, og hetta er áttandi filmurin í Stars Wars røðini.

Star Wars filmarnir eru ógvuliga vælumtóktir, og Star Wars eru meira enn bara filmar fyri fjepparar. George Lucas skrivaði seks filmar. Tann fyrsti kom út í 1977. Í 1980 kom filmurin "The Empire Strikes Back" út og í 1983 kom "Return of the Jedi". Hetta er originala Star Wars triologiin.


Millum 1999 og 2005 komu tríggir filmar afturat í røðini, sonevndir prequels, sum kronologiskt fara afturum fyrstu filmarnar.


Í 2015 kom fyrsti av enn einari triologi, til saman sjeyndi filmurin í røðini. Hesaferð við heitinum "Star Wars: The Force Awakens", og nú gongur filmurin "Star Wars: The Last Jedi".


Knút Háberg Eysturstein og Gudmund Helmsdal, fjepparar, ummældu nýggjasta filmin í morgunsendingini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024