- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Føroyskir fangar hava ov vánaligar umstøður
18-12-2017
Tað skal ikki vera hugnaligt at sita í fongsli, men endamálið er, at fólk skulu vera betri borgarar, tá tey koma út aftur, sigur Sjúrður Skaale
Umstøðurnar hjá fangum í Føroyum eru verri enn tær í Danmark.
Í Danmark er munur á umstøðum í fongslinum, alt eftir hvat lógarbrot er framt.
Í Føroyum sita øll saman, og tað er ikki í lagi, heldur fólkatingsmaðurin.
Tá geglið varð flutt í Mjørkadal, var tað upprunaliga hugsað sum ein fyribilsloysn.
Nú er staðfest, at loysnin, sum ikki er nøktandi, er varandi.
Haraftrat er neyðuga lógarverkið ikki sett í verk fyri Føroyar, sigur Sjúrður Skaale.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024