- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tórshavnar Býráð hevur samtykt at byggja 600 bústaðir næstu fýra árini. Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Kommunu, sigur, at kommunan sjálv fer ikki at byggja nakað, men hon fer at slóða fyri, at privatir aktørar byggja.
Kanningar aðrastaðni vísa, at 40 prosent av fólkunum búgva í sethúsum, 40 prosent í raðhúsum og 20 prosent í íbúðum. Í Havnini búgva 72 prosent av fólkunum í sethúsum, 17 í raðhúsum og bert 11 prosent í íbúðum. Marin Katrina Frýdal sigur, at tørvurin líkist tørvinum uttanlands; fleiri vilja hava íbúðir og raðhús/tvíhús, bæði ung og eldri fólk. Ætlanin er eisini, at vanlig fólk skulu kunna seta búgv í kommununi, so prísirnar fara at lækka í og við at útboðið verður størri.
Bústaðarpolitikkurin, sum varð samtyktur í Tórshavnar Kommunu í desember, verður almannakunngjørdur, tá hann fer til almenna hoyring í næstum.