Góðan morgun Føroyar

Tey renna fyri vælveru
04-01-2018
- Tú fært yvirskot, orku og góð hugskot, meðan tú rennur. Tað siga Kitty May Ellefsen og Christian Nagata, ið ikki kunnu lata vera við at renna

Tað eru ivaleyst fleiri, sum í dag og kanska næstu vikurnar eisini fara at vera eitt sindur eym í kroppinum. Tí tað er januar, vit hava livað væl í desember við nógvum mati og hava ivaleyst ikki hugsað so nógv um at vera sunn.


Tí er tað nú, at nógv fólk vilja røra seg og venja - millum annað við at renna.


- Fyrst og fremst renni eg fyri at føla ta vælveruna, sum renningin gevur. Og so finni eg ofta fram til loydnir upp á ymiskar trupulleikar, tá eg havi runnið.


Tað sigur Christian Nagata, sum seinastu mongu árini hevur runnið eini tvær ella tríggjar ferðir um vikuna.


Eisini Kitty May Ellefsen hevur renning sum ein nattúrligan part av gerandisdegnum.


- Eg blívi altíð glað, tá eg havi verið og runnið ein túr. Eisini hóast tað er regn og kalt. Renningin gevur mær orku og yvirskot, sigur Kitty May Ellefsen.


Í morgunsendingini fortaldu tey bæði frá sínum royndum við renning og góvu góð ráð til tey, ið júst eru byrjað at renna.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024