Góðan morgun Føroyar

Føroyingur leiðari á veganskum konditaríi
09-01-2018
At vera vegani er eitt rák, ið heilt vist vindur upp á seg, metir Tina Jónsdóttir, sum sjálv hevur verið vegani í fleiri ár.

Tina Jónsdóttir Olsen er leiðari á fyrsta veganska konditaríi í Danmark.

Café Kaf eitur tað, og fyri stuttum fekk Kaf virðisløn fyri at vera ársins veganska matarstað í Keypmannahavn.

Hesa virðislønina kunnu vit brúka til, at gera enn fleiri veganskar kakur, og fáa boðskapin enn longur út, sigur føroyski leiðarin, sum sjálv ger fittan part av kakunum.

Veganarar kunnu ikki eta eitt nú egg, hunang og mjólkaúrdráttir úr djórum.

Tað ber kortini væl til at gera lekkrar kakur, sum smakka eins væl og tær vanligu, sigur Tina Jónsdóttir avgjørd.

Hon viðgongur, at tilveran sum vegani var eitt sindur trupul at byrja við, men við tíðini verður tað nógv lættari. Eisini tí at útboðið í handlunum gerst alsamt størri.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024