- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað eru trý ár síðani, at Durita Ana Alejandra Granada fór undir at leita eftir síni biologisku familju í Kolumbia.
Við góðari hjálp frá kvinnu í Kolumbia, sum Durita setti seg í samband við, eydnaðist at finna alla familjuna.
Tað vísti seg, at ikki færri enn fimm systrar, mamma og pápi grótu gleðistár av boðunum um systrina í Føroyum.
Fyrsta samrøðan var gjørd um Facetime.
Kenslan var løgin og serstøk. kki minst tí at Durita sá seg sjálva aftur í systrunum.
Í november fór Durita alla leið úr Føroyum til Kolumbia. Saman við henni á ferðini vóru føroysku foreldrini.
Ringt er at lýsa løtuna við orðum, men tað var størri, enn eg hevði ímyndað mær, sigur Durita fegin.
Í hølunum á henni í Kolumbia var eitt sjónvarpslið, sum dokumenteraði ferðina.
Sunnukvøldið var fyrra av tveimum sendingum víst í kolumbianskum sjónvarpi, og afturmeldingarnar hava verið øgiliga.
Hundraðtals vinarumbønir eru komnar úr Kolumbia og túsundtals notifiktatiónir á Facebook.
Seinni verður føroysk sending í sjónvarpinum um ótrúligu ferðina hjá Duritu Ana Alejandra Granada.