Góðan morgun Føroyar

Mynd krevur samtykki!
19-01-2018
Tað er barnaporno at víðarisenda nakinmyndir av einum persóni, sum er undir 18 ár. Tað sigur Linda Jacobsen, politistur og sum er við í SSP

Tá man er 15 ár kann man geva samtykki til, at ein annar persónur tekur eina nakinmynd av tær. Hesin persónur kann so hava myndina við tínum samtykki. Men um viðkomandi sendir hesa mynd víðari til onnur, so er tað barnaporno.

Samtykkið kann takast aftur! Tað vil siga, at um tú biður onkran sletta eina mynda av tær, so skal viðkomandi gera tað beinavegin. Um hann ikki ger tað, so er tað eisini barnaporno.

Øll hesi brot koma á revsiváttanina. Hetta kann hava stóran týdning fyri framtíðina hjá fólki, tí nógvir arbeiðsgevarar ynskja at síggja eina revsiváttan, áðrenn teir seta fólk í starv. Tað kann eisini verða trupult at koma inn í summi lond, til dømis USA, um man ikki hevur eina reina revsiváttan.

Harafturat er sjálv revsingin alt frá bót til fleiri ár í fongsli.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024