Góðan morgun Føroyar

Hervilig influensa herjar
22-01-2018
Ver heima og slappa av. Tey eru boðini frá læknanum, um tú fært influensu, sum nógvir føroyingar dragast við hesa ársins tíð

Seinastu dagarnar hava fleiri altjóða miðlar boðað frá, at ógvuslig influensa ger um seg.


Eitt nú í Amerika og Australia eru fleiri fólk innløgd við virusinum, ið nevnist H3N2, og somuleiðis eru hetta virusið staðfest í Europa.


Í Føroyum liggja eisini fleiri sjúk við influensu júst nú. Men sambært Jenisi av Rana, kommunulækna, er talan tó neyvan um H3N2.


- Í læknahúsinum í Gundadali hava vit ikki sæð ella hoyrt nakað um júst hatta virusið, sum annars ger um seg úti í heimi. Tað, vit síggja nógv av, er tann vanliga influensan, sigur Jenis av Rana.


- Tað er torført at sleppa undan influensu, men tað snýr seg um at hugsa nógv um reinføri, serliga við at vaska hendurnar ofta, sigur Jenis av Rana.


Ert tú blivin sjúk ella sjúkur, er ikki nógv, tú kanst gera fyri at stytta um sjúkutíðina.


- Hevur tú fepur, skalt tú halda teg heima við hús. Og annars snýr tað seg um at slappa av og vera góður við seg sjálvan, til mann merkir, at tað gongur rætta vegin aftur, sigur Jenis av Rana.


Í morgunsendingini gav Jenis av Rana góð ráð til teirra, ið dragast við influensu.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024