- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Felagið hevur sett upp 153 leikir í Sjónleikarahúsinum síðan húsið bleiv bygt í 1926.
Einki skrivligt er at finna um virksemið hjá felagnum tey fyrstu árini, tí tá eingilsku hermenninir komu til Føroyar undir Seinna veraldarbardaga, tóku teir Sjónleikarahúsið, og tá teir fóru avstað aftur, fóru teir við einum skrivaraborði, og har skuldu so eisini allar gerðabøkurnar hjá Havnar Sjónleikarfelag liggja í. Leitað hevur verið eftir hesum borði, men uttan úrslit.
Umstøðurnar í dag í Sjónleikarahúsinum eru góðar, og tær blíva betri tá nýggja útbyggingin er liðug, sigur Hanna Flóvinsdóttir, nevndarlimur í Havnar Sjónleikarafelag.
Karin Djurhuus og Hanna Flóvinsdóttir eru í útvarpsstovuni og greiða frá um Havnar Sjónleikarafelag.