Góðan morgun Føroyar

Kjak: Rúkandi ósamd um borgarstjórar í Løgtinginum
14-02-2018
Annika Olsen, borgarstjóri, og Bill Justinussen, tingmaður, kjakast um, hvørt ein borgarstjóri skal sleppa at sita í Løgtinginum

Skulu borgarstjórar sleppa at vera løgtingsfólk? Tað halda í øllum førum Bill Justinussen og Jenis av Rana, ið hava lagt uppskot fyri tingið, sum skal tryggja, at borgarstjórar, sum eru valdir á ting, altíð kunnu røkja báðar sessirnar samstundis - um teir vilja tað. 

Sambært uppskotinum skal tað ikki liggja í hondunum á meirilutanum í einum kommunustýri - sum tað ger nú - at avgera, um ein borgarstjóri í fulltíðarstarvi kann røkja annað fólkavalt starv.

Bill Justinussen, tingmaður, heldur, at tað er upp til fólkið at avgera, um tey velja ein borgarstjóra í Løgtingið, risini hóast viðkomandi ikki fær røkt bæði størvini til lítar. Tað sum veljarin hevur valt skal til ein og hvønn prís vera galdandi.

Annika Olsen, borgarstjóri, heldur, at tað er skerja fólkaræðið at loyva borgarstjórum at sita í Løgtinginum. Sambært henni ber tað ikki til at røkja bæði størvini til lítar samstundis, og tí gerst tað ódemokratiskt, at ein borgarstjóri, sum situr í Løgtinginum, skal taka avgerðir, sum viðkomandi ikki hevur havt tíð at sett seg inní.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024