Góðan morgun Føroyar

NORA: Eysturskúlin er fyrimyndarligur
20-02-2018
Norrønt Atlantssamstarv (NORA) sigur Eysturskúlan vera eina fyrimynd fyri øll lond í NORA, tí tey hava havt undirvísing í innovatión í fleiri ár.

Eysturskúlin hevur í fleiri ár undirvíst í innovatión. Tey byrjaðu við at undirvísa framhaldsdeildina í innovatión, men nú undirvísa tey í innovatión heilt niður í fjórða flokk. Norrønt Atlantssamstarv heldur hetta vera fyrimyndarligt og hevur boðið Inga á Smið, lærara í Eysturskúlanum, at greiða frá royndum sínum á ráðstevnu hjá NORA í Nuuk summar.

Ingi á Smið heldur, at tað hevur stóran týdning at undirvísa í vinnulívsrættaðum lærugreinum í fólkaskúlanum fyri at geva næmingunum nakrar vinnulívsførleikar. Tí ynskir Eysturskúlin eisini at undirvísa í innovatión longu frá fyrsta flokki, og Ingi á Smið heldur, at tey yngstu børnini kunnu eisini fáa nógv burturúr undirvísingini.

Skeiðsdagar í innovatión eru hvørt ár, og tá skulu næmingarnir arbeiða í bólkum og menna eitt hugskot, og hvørt ár er eitt nýtt evni á skeiðsdøgunum í innovatión. Evnið í ár er tilfeingi.

Sanna Bæk Hoydal, Camilla Arge og Mikkjal Skeel Rasmussen, sum øll ganga í 8. flokki í Eysturskúlanum, hava havt innovatión í trý ár. Tey eru sera glað fyri undirvísingina í innovatión og siga seg fáa nógv burturúr. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024