- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Um vikuskiftið var kapping í Keymannahavn um at finna besta makeup-artistin í danska ríkinum.
Hildigunn Lamhauge var við í kappingini, og hon er nú tann næstbesta í danska ríkinum at leggja makeup.
- Tað følist, sum eg havi vunnið, hóast talan ikki bleiv um eitt fyrstapláss, tí eg hevði ikki væntað, at tað fór at gangast mær so væl, sigur Hildigunn Lamhauge.
Leygardagin var skipað fyri DM í makeup á stórari vakurleikamessu í Keymannahavn. Hildigunn Lamhauge var millum tey 10 fólkini, sum vóru vi í kappingini um at kunna kalla seg besta makeup-artist í danska ríkinum.
- Eg hevði roynt at fyrireika meg áðrenn við at leggja júst tað makeup´ið, sum eg skuldi gera til sjálva kappingina, á ymsar kvinnur. Tað var tó ikki, fyrr enn eg var komin til Danmarkar, at eg kundi royna meg við modellini, sum eg skuldi brúka til kapingina. So tað var nokkso spennandi, um alt fór at rigga, sigur
Hildigunn Lamhauge.
Høvuðsdómari í kappingini var kendi hárfríðkarin og makeup-artisturin Søren Hedegaard, ið er serliga kendur fyri at gera hár og sminku hjá krúnprinsessu Mary.
- Hann var fittur og gav mær góð ráð, fortelur Hildigunn Lamhauge.
Enn er ikki greitt, um Hildigunn Lamhauge fer at luttaka í fleiri slíkum kappingum.
- Beint nú havi eg ongar ætlanir, men møguliga fari eg uttanlands aftur at royna meg, sigur Hildigunn Lamhauge.