Góðan morgun Føroyar

Janus vil hjálpa sjúkum fólkum við trýsttanga
06-03-2018
- Súrevnisviðgerð í trýsttanga kann hjálpa fólki við eitt nú demens, diabetis, parkinson og sklerosu, sigur Janus Joensen, kavarainstruktørur

Seinastu mánaðirnar hava vit hoyrt nógv um, hvussu fólk við sjúkum so sum parkinson og sklerosu kunnu fáa tað betri við eitt nú kannabis.

Men tað ber eisini til at finna linna fyri millum annað áðurnevndu sjúkur við at brúka súrevnisviðgerð undir trýsti.

Janus Joensen hevur kavaraskúla í Klaksvík, og hann hevur ætlanir um at fáa ein trýsttanga á skúlan í summar. Men tangin skal ikki bara brúkast til kavarar.

- Tá eg havi verið uttanlands á skeiðum, havi eg upplivað, hvussu súrevnisviðgerð í trýsttanga kann hjálpa fólki við eitt nú parkinson ella sklerosu. Tá vit fáa trýsttangan á skúlan verður hann jú ikki brúkt allatíðina, og tí haldi eg tað vera upplagt, at tangin kann brúkast sum viðgerðartilboð til fólk við álvarsamum sjúkum.

Í morgunsendingini greiddi Janus Joensen frá, hvussu súrevnisviðgerð í trýsttanga gongur fyri seg, og júst hvussu hon kann hjálpa fólki við ávísum sjúkum.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024