Góðan morgun Føroyar

Eitt nýtt føroyskt ferðamál Inni í Bø
08-03-2018
Tankin um frítíðarhúsini spratt á fyrsta sinni í ár 2000

Um tveir mánaðir skulu húsini vera liðug, tí tá koma fyrstu gestirnir, sigur Tróndur Niclasen, sum rekur Útsýnið saman við konu síni.

Tað var í januar í fjør, at elsta dóttir teirra, Julia, setti seg í gravkúnna, og arbeiðið byrjaði.

Áhugin at gista Inni í Bø tykist vera stórur, sigur Tróndur Niclasen, sum leggur aftrat, at hetta ikki er bíligasta loysnin, sum ferðafólk kunnu velja í Føroyum.

Longu eru nógvar bókingar skrásettar

Felagsheitið, sum frítíðarhúsini hava fingið, er Útsýnið ella á enskum The View.

Húsini eru bygd eftir gomlum føroyskum byggisniði, við sprossavindeygum og flagtaki, men fyri at fáa sum mest burtur úr stórsligna útsýninum, er eitt vindeyga gjørt størri.

Tróndur Niclasen hevur eitt lítið festi, og við tíðini er ætlanin, at Útsýnið verður eitt heildarkonsept við føroyskum mati og øðrvísi upplivingum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024