- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fýra prosent. Tað er prosentparturin av føroyingum, sum eru blóðgevar, og tað talið fer vónandi at blíva hægri, tí tað er stórur tørvur á fólkum, sum vilja lata øðrum blóð.
- Av tí at ein náttúrlig frágongd altíð er, er støðugt tørvur á nýggjum blóðgevum. Skal tørvurin nøktast, krevst, at í minsta lagi 5% av íbúgvunum í einum landi eru blóðgevar, sigur Claus Reistrup, sum er formaður í Felagnum Blóðgevi.
Tí er felagið nú farið undir eitt átak - millum annað við eini nýggjari heimasíðu - sum skal fáa fleiri fólk at blíva blóðgevar.
Ein, sum fegnast um, at tað eru fólk, ið vilja geva blóð, er Borghild Jóhanna Fagradal.
Hon hevur eina heilt sjáldsama sjúku, sum ger, at hon alt sítt lív hevur havt brúk fyri at fáa blóð. Sjúkan er so mikið serlig, at bert tríggir føroyingar hava sjúkuna.
- Tá eg var pinkubarn, mátti eg hava blóð upp til fleiri ferðir um vikuna. Nú sum vaksin fái eg blóð umleið tvær ferðir um árið, sigur Borghild Jóhanna Fagradal.
Í morgunsendingini greiddu Borghild Jóhanna Fagradal og Claus Reistrup um blóðgevar.