- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Morgunsangur í skúlunum skal vera kravdur
09-03-2018
- eg eri bangin fyri, at fer sangurin úr skúlanum, missa vit okkara mentanararv sum sang- og sálmaskatt, sigur Jógvan á Lakjuni, løtgingstingslimur
At varðveita mentanararv okkara er ein av høvuðsuppgávunum hjá fólkaskúlanum. Í fólkaskúlalógini stendur, at skúlin í sátt og samvinnu við foreldrini skal hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.
Skúlin skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan.
Ein partur av mentanararvinum er morgunsangurin og tað er hesin morgunsangur, sum Jógvan á Lakjuni løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, er bangin fyri, er á veg út úr fólkaskúlanum. Tí hevur Jógvan á Lakjuni lagt fram uppskot til góðkenningar fyri Løgtingi, um at fáa inn í fólkaskúlalógina, at morgunsangur skal vera hvønn gerandismorgun í fólkaskúlanum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024