Góðan morgun Føroyar

Morgunsangur í skúlunum skal vera kravdur
09-03-2018
- eg eri bangin fyri, at fer sangurin úr skúlanum, missa vit okkara mentanararv sum sang- og sálmaskatt, sigur Jógvan á Lakjuni, løtgingstingslimur

At varðveita mentanararv okkara er ein av høvuðsuppgávunum hjá fólkaskúlanum. Í fólkaskúlalógini stendur, at skúlin í sátt og samvinnu við foreldrini skal hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.

Skúlin skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan.

Ein partur av mentanararvinum er morgunsangurin og tað er hesin morgunsangur, sum Jógvan á Lakjuni løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, er bangin fyri, er á veg út úr fólkaskúlanum. Tí hevur Jógvan á Lakjuni lagt fram uppskot til góðkenningar fyri Løgtingi, um at fáa inn í fólkaskúlalógina, at morgunsangur skal vera hvønn gerandismorgun í fólkaskúlanum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024