- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Randi Hjelm Debes var vónsvikin, tá hon máti ásanna, at hon ikki fekk dreymastarvið, ið hon hevði søkt.
Seinni fekk 18 mánaðar gamla dóttirin staðfest diabetes 1. Tað hevði við sær, at mamman mátti vera nógv heima hjá barninum.
Í nýggju støðuni runnu orðini hjá ommuni, Helenu Mørk Hjelm, henni í hug. - Brúka títt talent, plagdi hon at taka til. - Goym tað ikki burtur.
- Eg dugi at binda og tekna, hugsaði Randi Hjelm Debes, og haðani fekk hon hugskotið at sameina talentini og gera bindiuppskriftir og binda fyri fólk.
Nú hevur hon sett fyritøkuna Faroeknit á stovn.
Í samrøðuni greiðir Randi Hjelm Debes frá søguni aftanfyri mynd, ið amerikanska modellin, Adrianne Curry, sum var fyrsti vinnari av kappingini America's Next Top Model, hevur lagt út á Instagram.
Á myndini sæst hon í troyggju og húgvu, sum føroyska kvinnan hevur sniðgivið og bundið.
Instagramsíðan hjá Faroeknit kann vitjast her.