Góðan morgun Føroyar

eSport Føroyar hevur sett síni fyrstu starvsfólk
14-03-2018
Økti áhugin fyri e Sporti í Føroyum hevur við sær, at eSport Føroyar hevur fingið meira virksemi. Tískil hava tey nú sett síni fyrstu starvsfólk.

eSportur er kapping í teldu spølum, t.d. dota og counter strike. Heitið eSport stendur fyri "elektroniskur sportur", tí kappast verður elektroniskt.

eSport Føroyar hevur sett tvey fólk í starv fyri at økja um dygdina á kappingum, stroyming og øðrum, nú áhugin fyri eSporti í Føroyum er øktur. Arnar Lognberg er settur sum sokallaður Game-Admin og sum tiltaksleiðari hjá esport.fo. Hitt starvið hevur Jógvan Martin Joensen fingið, og hann er settur sum samskiftisfólk.

Teir arbeiða í miðal tveir til tríggjar dagar um vikuna, og afturat teimum eru sjey sjálvboðin fólk, sum regluliga hjálpa til eisini.

Rúni Winther Johnsen er samskipari hjá eSport Føroyum, og hann greiðir frá, hvussu áhugin er øktur fyri eSporti.

Eisini hevur Elektron deildin, sum er størsta kappingin í Føroyum, fingið altjóða viðurkenning og er løgd út á síðuna Liquipedia. Kappingin í Elektron deildini verður skjótt. Undankappingin verður 15-17 mars, og dystirnir sjálvir byrja so 23. mars.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024