- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
eSportur er kapping í teldu spølum, t.d. dota og counter strike. Heitið eSport stendur fyri "elektroniskur sportur", tí kappast verður elektroniskt.
eSport Føroyar hevur sett tvey fólk í starv fyri at økja um dygdina á kappingum, stroyming og øðrum, nú áhugin fyri eSporti í Føroyum er øktur. Arnar Lognberg er settur sum sokallaður Game-Admin og sum tiltaksleiðari hjá esport.fo. Hitt starvið hevur Jógvan Martin Joensen fingið, og hann er settur sum samskiftisfólk.
Teir arbeiða í miðal tveir til tríggjar dagar um vikuna, og afturat teimum eru sjey sjálvboðin fólk, sum regluliga hjálpa til eisini.
Rúni Winther Johnsen er samskipari hjá eSport Føroyum, og hann greiðir frá, hvussu áhugin er øktur fyri eSporti.
Eisini hevur Elektron deildin, sum er størsta kappingin í Føroyum, fingið altjóða viðurkenning og er løgd út á síðuna Liquipedia. Kappingin í Elektron deildini verður skjótt. Undankappingin verður 15-17 mars, og dystirnir sjálvir byrja so 23. mars.