Góðan morgun Føroyar

Róðrargrunnur Føroya aftur farin at virka
14-03-2018
Grunnurin var upprunaliga stovnaður í 1970, tí róðrarfólk kring landið vildu styðja upp undir kappróðurin sum tjóðarítrótt føroyinga.

Forkvinna í grunninum er Sigga Vang.

Sjálv hevur hon ikki fingist nógv við kappróður, men hon er kortini spent at fara undir hesa uppgávuna.

Í grein 3 í viðtøkunum stendur - Rætt til studning úr grunninum hava øll føroysk róðrarfeløg við teirri ætlan at gera nýggjan róðrarbát, róðrarhús og róðrarhyl. Haraftrat stendur í viðtøkunum, at studningur eisini kann latast til skúlaróður og til útgávu av einari føroyskari róðrarsøgu.

Sambært viðtøkunum skulu seks limir stjórna Róðrargrunni Føroya.

Hesar limir skuldu Føroya landsstýri, Ítróttasamband Føroya, Føroya Lærarafelag, Føroya Sjómansskúli, Føroya Blaðmannafelag og Kvinnufelagið upprunaliga tilnevna.

Føroya Sjómansskúli er í dag Vinnuháskúlin, og Føroya Blaðmannafelag er Føroysk Miðlafólk.

Í Ítróttasambandi Føroya varðar Róðrarsamband Føroya av kappróðrinum.

Nevndu feløg og stovnar hava tilnevnt hvør sín lim í nýggja stýrið, sum hevði sín fyrsta fund í Tinganesi 14. februar.

Har skipaði stýrið seg soleiðis: Sigga Vang, forkvinna, Vinnuháskúlin, Jan Herman Hansen, næstformaður, Róðrarsamband Føroya, Flóvin Eidesgaard, kassameistari, Føroya landsstýri, Jacob Eli Olsen, skrivari, Føroya Lærarafelag, Anna Rein, Kvinnufelagið, Uni Arge, Føroysk Miðlafólk.

Freistin at lata grunninum umsókn verður 25. apríl.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024