- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Blái Krossur letur sølubúð upp á Tvøroyri
15-03-2018
Í dag letur Blái Krossur sølubúð upp á Tvøroyri. Ætlanin er tó ikki bara at hava sølubúð, men eisini annað virksemi.
Blái Krossur vil gjarna røkka Suðuroynni eisini, og fyri einum ári síðani heittu suðringar á Bláa Kross um at lata upp sølubúð har.
- Tað er lættari at fara í gongd við virksemið har suðuri, tá lokalu styrkirnar ynskja tað, sigur Petur Jákup Petersen, aðalstjóri í Bláa Krossi.
Ætlanin er eisini at hava bólkaarbeiði millum børn og ung eftir summarfrítíðina. Hetta fyribyrgingararbeiðið er fyri børn og ung, sum vaksa upp í heimum við rúsdrekka.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024