- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Eg royni at hjálpa øðrum
19-03-2018
Arnhild Maria Poulsen koyrir mat út til barnafamiljur og roynir at hjálpa á ymiskan hátt, tí hon veit, hvussu tað er, at ikki hava tað gott.
Arnhild Maria Poulsen skrivaði fríggjadagin á Facebook, at um onkur stakur uppihaldari við børnum hevði tørv á bústaði, so lat hon sínar dyr upp ókeypis. Hon vil fegin bjóða onkrum at búgva í stovuni hjá sær, tí hon sær, hvussu trupult nógvar barnafamiljur hava tað, og hvussu nógv fólk sóknast eftir bústaði dagliga. Sjálv hevur hon verið heimleys og búð í einum bili við børnunum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024