- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Góði ferðaleiðarin dugir at lesa ferðafólkið av
20-03-2018
Tú fært vinir um allan heim, sigur Jógvan Thomsen, nýggjur formaður í Føroya Ferðaleiðarafelag
Tú skalt vita eina rúgvu um alskyns viðurskifti, tí tú kanst ongantíð vita, hvat ferðafólk spyrja um, vísir formaðurin í Føroya Ferðaleiðarafelag, Jógvan Thomsen, á.
Eingin dagur er eins, tí mennsikju eru so ymisk, sigur Jógvan Thomsen, sum leggur aftrat, at hetta er eitt ótrúliga gevandi og spennandi starv.
Tørvurin á útbúnum ferðaleiðarum er vaksin nógv seinastu árini, og formaðurin vónar, at fleiri føroyingar fara at fáa sær førleikar at virka í hesi vinnuni.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024