Góðan morgun Føroyar

Leygarkvøldið verður ljósið sløkt
22-03-2018
Fleiri føroyskar kommunur nýta høvið at markera Earth Hour. Ein teirra er Tórshavnar kommuna.

Earth Hour 2018 verður leygarkvøldið frá klokkan. 20:30 til 21:30.

Henda tíman verður ljósið sløkt og sjóneykan sett á jørðina.

Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Kommunu, sigur, at føroyingar heilt greitt eru blivnir meira tilvitaðir um umhvørvisspurningar.

Fólk gera vart við seg, um inntriv verða gjørd í náttúruna, sum teimum ikki dámar.

Tórshavnar Kommuna skipar fyri iltaki í Tinghúsgarðinum frá kl. 20.00 til 21.30.

Hetta plagar at vera ein heilt serstøk og innilig løta, sigur Turið Horn.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024