- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Foreldur lata klæðir á dagstovninum
22-03-2018
Á dagstovninum Áarlon í Kvívík hevur foreldraráðið gjørt eina endurnýtsluskipan við barnaklæðum
- Foreldrini hava tikið væl ímóti endurnýtsluni, og hetta er avgjørt nakað, sum hevði kunnað riggað á øðrum dagstovnum eisini.
Soleiðis sigur Joan M. Joensen. Hon situr í foreldraráðnum í dagstovninum í Kvívík.
Fyri skjótt hálvum ári síðani, byrjaði foreldraráðið eina sokallaða klædnaendurnýtslu.
- Tað kemur altíð væl við hjá barnafamiljum at sleppa undan at skula keypa hvørt tað einasta plaggi, sum barnið hevur brúk fyri, sigur Joan M. Joensen.
Klæðini skulu vera vaskað, rein og heil, og síðani leggja foreldrini klæðini, tey vilja lata, á hillarnar.
- Endurnýtslan passar faktisk seg sjálva, sigur Joan M. Joensen.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024