Góðan morgun Føroyar

Várframsýningin 2018 letur upp í dag
06-04-2018
Várframsýningin í Listasavni Føroya letur upp í dag og er opin fram til 29. apríl. Í ár luttaka 14 listafólk í framsýningini.

Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri várframsýningini. Í ár sita Jón Sonni Jensen, Annika Gregoriussen og Randi Samsonsen í úrvalsvendini.

Tað eru fýra listafólk, sum eru við í framsýningini fyri fyrstu ferð, meðan hini tíggju hava luttikið fyrr.

Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen greiða frá listafólkunum og verkunum, sum eru við í ársins várframsýning, og hvussu tey velja listafólkini út og skipa framsýningina.

Morgunsendingin hitti eisini Dan Helga í Gong, sum er við í framsýningini fyri aðru ferð. Í ár sýnir hann fram tvær videoinstallatiónir.

Várframsýningin letur upp kl. 16.00 í dag. Tað er Vónbjørt Vang, rithøvdundur, sum fer at seta framsýningina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024