Góðan morgun Føroyar

Ein kensla av hjálparsloysi
23-04-2018
- Tá barnið er ótroystiligt, følir tú teg veruliga hjálparsleysa. Soleiðis siga Rudi og Malan, hvørs børn hava refluks

Hvørt ár fáa millum 15 og 30 føroysk pinkubørn staðfest refluks.

Refluks er, tá innihaldið í magasekkinum rennur upp - tað vit vanliga kalla bróstsviði. Børn við refluks kunnu spýggja nógv, sova lítið, gráta og trívast sum heild ikki serliga væl.

Hvønn mánað koma fleiri foreldur á barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, har refluks endaliga kann staðfestast, og onkur viðgerð kann byrja.

- Tað er ógvuliga slítandi og strævið bæði sálarliga og kropsliga, tá tú hevur eitt pinkubarn, sum bara grætur og næstan ikki svevur. Tá setur tú lættliga spurnartekin við, um tú sum mamma ikki dugir nóg væl.

Tað sigur Malan Falkenberg Justinussen, sum hevur tvey børn, ið hava havt refluks. Í dag eru børnini 2,5 og 5 ára gomnul og eru vaksin frá refluks.

- Tú følir, at tú ert tann einasta í verðini, ið hevur hendan trupulleikan, og tað tykist, sum tað er eingin, ið skilir teg, sigur Rudi Olsen. Hon hevur tvey 3 og 4 ára gomul børn, sum framvegis hava ein feril av refluks.

Tí hevur hon júst stovnað ein bólka á Facebook, sum er ætlaður foreldrum at børnum við refluks.

- Vónandi kunnu vit í bólkinum deila upplivingar og stuðla hvørjumøðrum, tí vitanin um refluks er ikki serliga stór millum manna, sigur Rudi Olsen.

Umframt tær Rudi Olsen og Maluna Falkenberg Justinussen varð eisini prátað við Elmar Ósá, barnalækna um refluks.


 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024