Góðan morgun Føroyar

Úlvahundurin er ein avbjóðing
26-04-2018
- Hann er heilt øðrvísi enn aðrir hundar, sigur Jakobina Niclasen, sum eigur Føroya fyrsta úlvahund

Fyri einum mánaði síðani fingu tey bæði Jakobina Niclasen og Brandur í Dali ein hund.

Men talan er als ikki um ein vanligan hund, tí Dion, sum hundurin eitur, er ein tjekkoslovakiskur úlvahundur, og tann einasti av sínum slagi í Føroyum.

Hundurin, sum er skjótt hálvtannað ára gamal, er hálvur sjefari og hálvur úlvur og kemur uprunaliga úr Slovenia.

- Eg hevði hug til at royna eitt øðrvísið hundaslag og kundi eisini hugsað mær eina avbjóðing. Og tað er tað, tá mann hevur ein tílíkan hund sum hendan, sigur Jakobina Niclasen.

- Hetta er ein rættiliga gløggur og ógvuliga lærunemmur hundur, og hann blívir ikki troyttur, soleiðis sum aðrir hundar vanliga blíva. Hann skal gerast mentalt troyttur, sigur Jakobina Niclasen.

Tað, at talan er um eitt úlvaslag, sæst aftur í verumátanum hjá hundinum.

- Mann sær á honum, at hann hugsar allatíð, hyggur eftir øllum og fylgir sum heild øgiliga væl við í øllum, sum fer fram rundan um hann. Hann ger eisini illa forteð og kann vera eitt sindur destruktivur, um hann ikki verður sosialiseraður og vandur ordiligt, sigur Jakobina Niclasen.

Tjekkoslovakiskir hundar eru góðkendir sum hundaslag, og tí er eingin trupulleiki at fáa ein hund sum Dion til Føroya.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024